Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.01.2018 (21:59)

Helgi spælir ikki aftur

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi í dag fyrsta dystin í HM undankappingarbólki 3. Føroyar taptu 30-22 móti Ukreina. Í dystinum bleiv navnframi strikuspælarin, Hegi Hoydal, skaddur.

 

Les eisini: Taptu við átta

 

Nú er greitt, at hann spælir ikki aftur í hesi undankappingini, sum telur dystir móti Rumenia í morgin, og Italia leygarkvøldið. Helgi Hoydal beklaði í seinna hálvleiki og mátti hjálpast av vøllinum.

 

Les eisini: Ferðafrásøgn úr Bolzano, Italia (2.Partur)

 

- Ja, eg fái ikki spælt aftur í hesi kappingini. Eg fór upp eftir einum bólti og fekk eitt skump. Eg lendi skeivt og beklaði. Tíverri tykist tað hava verið álvarsligt, so tíverri verið eg ikki við teir komandi tveir dystirnar, sigur Helgi Hoydal.

 

Les eisini: (Dagur 1) Úr Føroyum til Bolzano

 

Arbeitt verður nú upp á, um tað skal koma ein avloysari til seinasta dystin, sum er móti Italia leygarkvøldið. Tað er óhugsandi at fáa ein avloysara til dystin í morgin móti Rumenia. Rumenia vann annars við tíggju málum á Italia í kvøld.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her