Helt úrslitið vera eitt sindur óvæntað

 

Marjun Danberg hevði VÍF sum favoritt

 

Var úrslitið óvæntað?

 

- Eitt sindur óvæntað var tað allarhelst. Men sum eg segði áðrenn, so kunnu summi ting spæla inn til finalur, og man kann ongantíð føla seg for tryggan. Kanska hetta endar við trimum finalum.

 

Hvussu stóran týdning hevði tað, at Liljan Djurhuus var mansvard í seinna hálvleiki?

 

- VÍF spældi ikki super gott álopsspæl í fyrra hálvleiki, og har var Liljan eyðsýnd, so tað var eitt fínt trekk hjá Kyndli at mansverja Liljuna og minni gott fyri VÍF. Men VÍF loysti tað heldur ikki serliga væl. At ein verður mansvardur, er bara betri fyri hinar fimm, ið eftir eru. Men men, verjan hjá Kyndli riggaði eisini.

 

Hvør skal traðka til, um Kyndil fer at mansverja hana aftur í seinnu finaluni?

 

- Allar hjá VÍF mugu traðka til, um hon verður mansvard. Eg vil siga at Ingi saman við VÍF, hava summi ting at fínpussa.

 

Er Kyndil nú favorittur at vinna seinnu finaluna eisini?

 

- Eg fari ikki at broyta hvønn eg haldi vera favoritt, eg haldi enn at VÍF er favorittur.

 

Tá tað so er sagt, so haldi eg at nú kann tað saktans enda í einari triðju finalu. Útlitini fyri at VÍF fer at spæla líka sum tær gjørdu mikukvøldið eru lítil og kyndlakvinnur skulu spæla líka sum tær gjørdu, kanska betri um tær ikki ætla sær eina triðju finalu.

 

Hetta er alt for spennandi og stuttligt fyri hesi bæði liðini.

 

Koyrið á og góða eydnu.