Leita á in.fo

Mynd: (polfoto) Harry Kane (t.v) og David Luiz eru á ársins liði

Tróndur Arge 20.04.2017 (11:20)

Her er ársins lið í Premier League

Á hvørjum ári verður ársins lið setta av PFA, sum er felagsskapurin hjá spælarunum. Í ár er tað oddaliðini Chelsea og Tottenham, sum hava flestar spælarar á liðnum.

 

Tey hava heilar fýra spælarar í part á liðnum, meðan Manchester United, Liverpool og Everton hava fingið hvør sín spælara við á listan. Teir eru David De Gea (Manchester United), Saido Mane (Liverpool) og Romelu Lukaku (Everton)

 

Ikki óvæntað eru N’Golo Kanté og Eden Hazard úr Chelsea við á liðnum, umframt miðverjan við Gary Cahill og David Luiz. Eins lítið óvæntað eru nøvnini Dele Alli og Harry Kane úr Tottenham, umframt bakkarnir Kyle Walker og Danny Rose.

 

Sostatt er ongin Zlatan Ibrahimovic úr Manchester United ella Alexis Sanchez úr Arsenal á ársins liði. Heldur ikki Manchester City hevur nakran spælara á liðnum, har Sergio Aguero sum oftast er eitt gott boð.

 

Hvat er títt ársins lið í Premier League?

 

Her er PFA ársins lið í Premier League: 

David De Gea (Manchester United)

 

Kyle Walker (Tottenham)

Gary Cahill (Chelsea)

David Luiz (Chelsea)

Danny Rose (Tottenham)

 

Eden Hazard (Chelsea)

N'Golo Kante (Chelsea)

Dele Alli (Tottenham)

Saido Mane (Liverpool)

 

Romelu Lukaku (Everton)

Harry Kane (Tottenham)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her