Leita á in.fo

Pætur Albinus 14.03.2019 (17:30)

Her er fyrsta keypið hjá Zidane

Zinedine Zidane hevur nú framt sítt fyrsta spælarakeyp, síðani hann mánadagin fyri aðruferð varð settur í starv sum høvuðsvenjari í Real Madrid.


Les eisini: - Eg fekk ikki sagt nei


Spælarin, ið hann og Real Madrid hava keypt, er 21 ára gamli brasilski verjuleikarin, Éder Militão, ið er keyptur fyri 373 milliónir krónur úr portugisiska FC Porto.


Militão, sum hevur spælt ein dyst fyri brasilska landsliðið og annars er uppvaksin í São Paulo, skiftir til Real Madrid eftir hetta kappingarárið, har hann hevur fingið sáttmála fram til summarið 2025.


Leysasøgur siga, at Zinedine Zidane fær eina risa stóra upphædd at keypa spælarar fyri, so tað verður roknað við, at Real Madrid fer at fremja fleiri stórkeyp í summar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her