Her er fyrsta umfar

Tað verður stórdystur longu í fyrsta umfari av landskappingin í ár

Nú er greitt, at tað verður stórdystur longu í fyrsta umfari, tá klasikkarin í føroyskum fótbólti, millum KÍ og HB, verður í Klaksvík. Landskapping fyri 2018 er løgd, men tað er við tí fyrivarni, at summir dystir verða fluttir og at feløg helst koma at býta um heimadystir í samband við stevnir og annað.

 

Les eisini: (FSF Varpið) Lutakast um landskappingina

 

Fyrsta umfar, sum verður vikuskiftið 10. og 11. mars í 2018, bjóðar millum annað upp á klasikkaran í føroyskum fótbólti, men eisini aðrar spennandi uppgerðir. NSÍ, sum hevur lagt nógv fyri at vinna FM, skal til Trongisvágs, har TB/FCS/Royn tekur ímóti. NSÍ hevur fyrr havt tað torført har.

 

Á Argjum verður dystur millum tvey feløg, sum væntandi koma at stríðast í botninum. Argjamenn eru uppflytarar, meðan 07 Vestur bleiv nummar níggju í fjør, men yvirlivdu. Meistararnir taka á heimavølli móti Skála, meðan B36 fær vitjan av EB/Streymi.

 

1. umfar í landskappingini 2018:

TB/FCS/Royn – NSÍ

KÍ – HB

Víkingur – Skála

B36 – EB/Streymur

AB – 07 Vestur