Leita á in.fo

venjarararnir Jeppe Borch og Sonni Larsen, saman við úttiknu leikarunum, Róki Akralíð og Rúna Vest Højgaard. Mynd: HSF.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 11.10.2018 (12:30)

Her er landsliðshópurin móti Montenegro og Danmark

Hondbóltssamband Føroya bjóðaði til tíðindafund í morgun klokkan 11.00. Evni var úttøka av A-landsliðnum hjá monnum, ið skal spæla móti Montenegro og Danmark ávikavist 24. og 27. oktober.

 

Sonni Larsen, landsliðsvenjari, greiðir frá at tað eru tvey mótstøðulið, ið spæla ymisk sløg av hondbólti, men hann leggur dent á at tað verða tveir sera torførir dystir.

Tí er longu nú greitt, at ein útskifting verður millum teir báðar dystirnar, har Allan Norðberg skal spæla móti Montenegro og Hans Eli Sigurbjørnsson spælir móti Danmark.

 

Sostatt er hópurin hesin:

Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuleikarar
Helgi Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Vongleikarar
Rói Berg Hansen, FIF
Allan Norðberg, KA
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF

Bakkleikarar
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Rúni Vest Højgaard, H71
Áki Egilsnes, KA
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Spælskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Tróndur Kragesteen, Neistin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her