Her eru heimsins bestu

FIFA hevur í dag kosið heimsins bestu fótbóltsspælarar hjá kvinnum og monnum.

Í desembur valdu tíðindafólk kring heimin Cristiano Ronaldo sum heimsins besta fótbóltsspælara. Hetta var tann sokallaði Ballon d'Or, sum á hvørjum ári verður latin heimsins besta.


Frá 2010 og fram til 2015 gingu fólkini handan Ballon d'Or og FIFA saman um útnevningina, men hetta samstarvið er nú steðgað, og tískil skuldi FIFA í ár sjálvt velja heimsins besta fótbóltsspælara.


Tíðindafólk, landsliðsvenjarar, landsliðsliðskiparar og almenningurin atkvøddu, og heiðurin sum heimsins besti, latin av FIFA, gjørdist eisini Cristiano Ronaldo.


Cristiano Ronaldo fekk 34,54% av øllum atkvøðunum, meðan Lionel Messi fekk annað plássið við 26,42% av atkvøðunum. Triðbestur var Antoine Griezmann við 7,53%.


Sum heimsins besti venjari í 2016 varð Leicester-venjarin Claudio Ranieri kosin frammanfyri Zinedine Zidane og portugisiska landsliðsvenjaran, Fernando Santos.


Heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari er Carli Lloyd úr USA. Hon vann heiðurin frammanfyri brasilsku Martu og týsku Melanie Behringer.