Hesi eru víðari í Champions League

Champions League: PSG misti styrkimetingina í evstu løtu

Í gjár vóru seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League. Nú er greitt hvørji tey 16 liðini eru, sum verða í pottinum til lutakastið til endaspælið. Liðini eru styrkismett, so at tað er nummar eitt í einum bólki, sum møtir einum liðið, ið bleiv nummar tvey.

 

Leingi sá út til at Paris Saint Germain fór at verða styrkismett, men í evstu løtu skoraði Benfica til 6-1 móti Maccabi Haifa og yvirhálaði PSG. Tí er Benfica eitt sindur óvæntað styrkismett til lutakastið mánadagin.

 

Til lutakastið er ein onnur avmarking, sum er avgerandi. Lið úr somu londum kunnu ikki møtast. Tað merkir millum annað, at Liverpool bara kann møta fýra av átta teimum styrkimettu liðnum. Orsøkin er at trý ensk lið vunnu sín bólk, og tú kanst ikki møta liðnum, sum tú var í bólki við.

 

Lutakastið verður mánadagin klokkan 11.

 

Styrkismett:

 

Napoli (Italia)

 

Porto (Portugal)

 

Bayern Munich (Týskland)

 

Tottenham Hotspur (Ongland)

 

Chelsea (Ongland)

 

Manchester City (Ongland)

 

Real Madrid (Spania)

 

Benfica (Portugal)

 

Ikki styrkismett:

 

Liverpool (Ongland)

 

Club Brugge (Belgia)

 

Inter (Italia)

 

Eintracht Frankfurt (Týskland)

 

Borussia Dortmund (Týskland)

 

RB Leipzig (Týskland)

 

PSG (Frakland)

 

Milan (Italia)