Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.12.2017 (09:59)

Hesi kunnu møtast í Champions League

Bólkaspælið í Champions League er liðugt, og nú er greitt hvørji tey 16 liðini eru, sum eru komin víðari. Lutakastið til 1/8 finalurnar, sum verða í feburar, verður mánadagin.

 

Les eisini: Liverpool lættliga víðari

 

Til tað lutakastið eru nøkur fyrilit. Vinnararnir av bólkunum spæla móti teimum, sum blivu nummar tvey. Hartil, so kunnu feløg úr sama landi og feløg, ið vóru í bólki saman, ikki møtast í 1/8 finaluni.

 

Tað vil at Chelsea, sum er einasta av teimum fimm ensku feløgunum, ið ikki vann sín bólk, kann ikki møta hinum ensku liðunum. Tí er longu nú greitt, at Chelsea skal møta einum av PSG, Besiktas og FC Barcelona.

 

Av øðrum kann nevnast, at FC Barcelona ikki kann møta Real Madrid ella Sevilla, eins og AS Roma og Juventus ikki kunnu møtast. Her eru tey 16 liðini, sum verða í pottinum til lutakastið mánadagin.

 

Vinnarar: Manchester United, Paris Saint-Germain, AS Roma, FC Barcelona, Liverpool, Manchester City, Besiktas og Tottenham

 

2’arar: FC Basel, Bayern Munchen, Chelsea, Juventus, Sevilla, Shakhtar Donetsk, FC Porto, Real Madrid


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her