Hesin skal bjarga West Brom

Alan Pardew er settur sum venjari í West Brom, har hann hevur fingið ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála.

 

20. juni bleiv Tony Pulis koyrdur í enska felagnum eftir at liðið einans hevði vunnið tveir av seinastu 21 dystunum í Premier League. Felagið liggur nú á 16. plássið, men um úrslitini vilja tað so, kann felagið enda undir niðurflytingarstrikuni eftir dystirnar í kvøld.

 

Alan Pardew hevur verið arbeiðsleysur síðani 22. desembur í fjør, tá hann misti starvið í Crystal Palace, eisini eftir eina heldur laka tíð, hvat úrslitum viðvíkur. Hann hevði tá tapt átta av seinastu tíggju dystunum.

 

West Bromwich spældu í gjárkvøldið 2-2 móti Newcastle.