Hesin tekur yvir fyrstu dagarnar

Zinedine Zidane verður nevndur sum ein møguligur avloysari

Hóast tað bara er ein løta síðan, at José Mourinho alment bleiv koyrdur í Manchester United, so er eru longu nógvar søgur um avloysarar. Ein avloysari skal setast til restina av kappingarárinum, meðan ein nýggjur venjari skal setast, tá kappingarárið er liðugt.

 

Les eisini: José Mourinho koyrdur

 

Nú fyrstu dagarnar verður tað hjálparvenjarin, Michael Carrick, sum tekur yvir. Hann er fyrrverandi miðvallari í felagnum og sigst vera væl lýddur í hópinum. Tó verður ikki væntað, at hann verður fyribils venjari til kappingarenda skriva millum annað Sky Sports og Dailymail.

 

Søgurnar siga, at talan verður um ein fyribils venjara, sum ikki er í felagnum í løtuni, men at hann skal hava vitan um felagið. Tí er skjótt at hugsa sær til fleiri av fyrrverandi spælarunum í felagnum. Spælarar sum Ryan Giggs, Nicky Butt, Phil Neville og frálíki viðmerkjarin, Gary Neville, eru allir persónar, ið passar til tann profilin. Hartil eru onkrar veddingarfyritøkur, sum hava sett odds upp á, at Sir Alex Ferguson traðkar til, men fyribils er einki, sum bendir á tað.

 

Ein venjari, sum hevur verið nevndur fleiri ferðir, er Zinedine Zidane. Umboðsmaðurin hjá honum hevur boðað frá, at enskur fótbóltur ikki tiltalar berskølta bóltsnillingin úr Fraklandi, sum annars er uttan felag í løtuni. Hann gavst í Real Marid eftir Champions League sigurin í summar.