Leita á in.fo

Mynd: (Álvur Haraldsen) Eyðun Samuelsen mátti gevast at døma í fyrru hálvfinaluni millum Neistan og StÍF, men er tøkur til steypafinaluna

Tróndur Arge 17.02.2017 (12:10)

Hesir døma steypafinalurnar

Um vikuskiftið verða steypafinalurnar í hondbólti í høllini á Hálsi. Nú er navn sett á dómarapørini, sum skulu døma.

 

Les eisini: Upptakt á Rás2

 

Í kvinnufinaluni verða tað Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, ið skulu døma. Finalan er millum grannarnar Neistan og Kyndil. Neistin er verandi steypavinnari.

 

Hjá monnunum eru tað Hannis Wardum og Uni Wardum, sum døma. Steypafinalan hjá monnum er millum H71 og StÍF.

 

Rás2 ger nógv burturúr steypafinalunum. Í dag klokkan 15 verður upptaktssending, sum verður endursend í morgin klokkan 12. Klokkan 13 verður sent beinleiðis niðan í høllina á Hálsi.

 

Leygardagin:

kl 13.30 Kvinnur Neistin – Kyndil

kl 16.00 Menn H71 – StÍF

kl 18.00 D18 VÍF – H71

 

Sunnudagin:

kl 12.50 G10 VÍF – Kyndil

kl 13.30 D10 VÍF – Tjaldur

kl 14.10 G12 Neistin A – Neistin B

kl 15.00 D12 H71 – StÍF

kl 15.50 G14 Stjørnan – H71

kl 16.50 D14 Team Klaksvík – H71

kl 17.50 G17 H71 – Stjørnan

kl 19.00 D16 VÍF – Neistin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her