Hesir eru teir bestu

Nú eru tríggir teir bestu leikararnir í heiminum tilnevndir

Fyri eini tíð síðani kom listin út við leikarum, ið høvdu møguleika fyri at vinna Ballon D’or í 2014. Greitt var eisini tá, at listin tann 1 december skuldi minka niður til tríggjar leikarar.

 

Teir tríggir leikararnir eru nú funnir. Ikki óvæntað, eru teir báðir Cristiano Ronaldo og Lionel Messi tveir av teimum tilnevndu, meðan tann triði er Bayern Munchen málverjin, Manuel Neuer.

 

Manuel Neuer hevur í ár havt eitt gott kappingarár, har hann millum annað hevur verið við til at vunnið heimsmeistaraheitið fyri Týskland, umframt at hann við Bayern Munchen hevur vunnið Bundesliguna. Manuel Neuer hevur sín egna stíl sum málverji, har hann ofta er langt úti úr málinum, og virkar í leiklutinum sum ein sokallaður sweepara málverji.

 

Les eisini: Hesir kunnu vinna Ballon D'or

 

Seinasta ár vann Real Madrid leikarin Cristiano Ronaldo heiðurin sum Ballon D’or, meðan Lionel Messi vann árið fyri.

 

Vinnarin av Ballon D’or verður funnin tann 12 januar 2015.