Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.11.2018 (20:32)

Hesir eru útisetarnir á landsliðnum

Komandi fríggjadag fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera endaliga hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta, skrivar FSF.fo. Longu nú er greitt hvørjir útisetar verða við.

 

Um góðar tvær vikur verða seinastu umførini í bólkaspælinum í UEFA Nations League á skránni. Føroyar spæla 17. november á útivølli móti Aserbadjan, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. november spæla Malta og Føroyar á Ta' Qali National Stadion á Malta.

 

Heimligu spælararnir, umfamt teir, ið hava sína dagligu gongd í íslendskum fótbólti, hava vant regluliga saman síðani Betri Deildini hjá monnum endaði. Harafturat hava nakrir U21-spælarar eisini fingið møguleikan undir leiðslu av Lars Olsen og Jóannes Jakobsen.

 

Endaligi hópurin fer at telja 23 spælarar, men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða í hópinum hjá landsliðsvenjaranum.

 

Kosovo er fremst í bólkinum við 8 stigum, tvey stig meir enn Aserbadjan, sum er á 2. plássi. Føroyar hava 4 stig, meðan Malta er aftast við tveimum stigum. Stigini hjá Malta eru komin eftir tveir 1-1 javnleikir móti Aserbadjan.

 

Dystirnir verða beinleiðis á FM1 og á In.fo.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her