Ítróttur

Hesir komu ikki til HM

Nú er greitt, hvørji flestu londini, sum skulu spæla í HM í Russlandi næsta ár, vera. Og hóast, alt ikki er avgjørt enn, onkrir play-off dystir mangla og í Afrika er bólkaspælið ikki liðugt enn, so er longu nú greitt, at fleiri av heimsins bestu spælarum ikki sleppa við til Russlands.

 

Alexis Sanchez hjá Arsenal er ein teirra. Kili lá á 3. plássi í suðuramerikansku undankappingini, men aftaná eitt 3-0 tap móti Brasil endaðu teir á 6. plássi, tí Kolumbia, Peru og Argentina fóru øll fram um. Hetta merkir, at Alexis Sanchez, Arturo Vidal hjá Bayern München og Claudio Bravo hjá Manchester City fáa eitt róligt summar næsta ár.

 

Teir hava verið fastir fúsir í undankappingum í mong ár, men í Russlandi næsta ár síggja vit ikki Holland. Teir endaðu nummar trý í sínum bólki, aftan fyri Frankaríki og Svøríki. Arjen Robben, Memphis Depay, Daley Blind og Georginio Wijnaldum vera tí ikki við í Russlandi.

 

Heimsins dýrasti fótbóltsspælari einaferð, men Gareth Bale og liðfelagarnir úr Wales megnaðu ikki at koma víðari hesaferð. Teir taptu avgerandi dystin móti Írlandi 1-0 og endaðu tí nummar trý í bólkinum. Arsenalspælarin Aaron Ramsey er ein annar valisi, sum ikki verður við í HM.

 

Pierre-Emerick Aubameyang og Gabon komu ikki víðari, ei heldur Riyad Mahrez og Algeria, Antonio Valencia og Ekvator, Miralem Pjanic og Edin Dzeko og Bosnia ella Henrikh Mkhitaryan og Armenia.

 

Framvegis eru nakrir dystir eftir og fleiri aðrar stórar stjørnur hava sostatt ikki tryggjað sær og landsliðnum pláss í HM-endaspælinum enn.

 

Fyrst og fremst Italia, sum endaði nummar tvey í sínum bólki aftan fyri Spania. Har eru stjørnurnar mest sum ov nógvar at nevna. Umframt Italia skal Kroatia við stjørnum sum Luka Modric, Ivan Rakitic og Mario Mandzukic eisini spæla ein playoff-dyst, eins og Danmark við Kasper Schmeichel, Christian Eriksen og Nicklas Bendtner.

 

Lutakastið um playoff-dystirnar verður trekt 17. oktobur.

 

Mest lisið

Eftir hálva øld: Skarv letur aftur

Próstur vígir ikki fráskild

Myndir: Suðurstreymoyar kirkjubók løgd fram

Kjak um fosturtøku: Útskamming rekur fólk av landinum

Dráp á gønlendskari seingjadeild í Århuus