Hesir kunnu avloysa Ronaldo

Veddingarfyritøkur eru longu byrjaðar at gita, hvør avloysarin hjá Cristiano Ronaldo verður í Real Madrid

Fyrr í dag gjørdist greitt, at stóra portugisiska stjørnan, Cristiano Ronaldo, ikki longur verður partur av Real Madrid, har hann hevur leikt síðani 2009. Cristiano Ronaldo hevur gjørt sáttmála við italsku meistararnar, Juventus, sum harvið hava tryggjað sær heimsins besta fótbóltsspælara.

 

Og nú tá Cristiano Ronaldo er farin úr Real Madrid, eru veddingarfyritøkur longu byrjaðar at gita, hvør fer at avloysa Cristiano Ronaldo í Real Madrid. Sambært veddingarfyritøkuni Betfair, eru Eden Hazard, Kylian Mbappé og Neymar størstu favorittarnir til at skifta til Real Madrid í summar.

 

Aðrir favorittar, ið eisini vera nevndir er enski landsliðsliðskiparin, Harry Kane, og Liverpool leikarin, Mohamed Salah.

 

Skal Real Madrid hava fatur á onkrum av leikarunum sum eru nevndir omanfyri, er tó heilt greitt, at spanska høvuðsstaðarfelagið skal av við nógvar pengar.