Hesir skulu venja kyndilskvinnur

Kyndilskvinnur fáa nýtt venjarapar komandi kappingarár

Leygarkvøldið endaðu kyndilskvinnur eitt frálíkt kappingarár, har tær vunnu FM-heitið í harðari kapping við arvafíggindarnar úr Neistanum. Sostatt tryggjaði felagið sær greipuna, tí fyrr í ár vunnu kyndilskvinnur eisini Faxe Kondi steypakappingina.

 

Á odda fyri kyndilskvinnur í ár hevur spanski, Daniel Giordo Rios, staðið. Men tað er sannlíkt at hann ikki heldur fram komandi ár.

 

Sum tað stóð skrivað í gjár í Sosialinum, bendir nógv á at spanski venjarin komandi ár fer at skifta til Vestmannar, har hann skal vera knýttur at venjaratoyminum hjá VÍF.

 

Sostatt skulu kyndilskvinnur hava nýggjan venjara. Og sambært keldum hjá Miðlahúsinum, tykist tað rímiliga greitt eisini, hvørjir nýggju venjararnir eru.

 

Tað eru teir báðir Flemming Raben og Christoffur Gert Nielsen. Flemming Raben hevur áður verið í venjaratoyminum hjá Neistanum, meðan Christoffur Gert Nielsen er eitt óskrivað blað sum venjari í vaksnamannahøpi. Hann hevur áður vant ungdómslið hjá Kyndli.