Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.01.2017 (20:01)

Hesir skulu vinna FM fyri HB

Tað hoyrist lítið og einki til útlendska styrkin, sum HB skal hava til komandi kappingarár, har málið er at vinna FM. Í vikuni skrivaði In.fo, at HB hevur verið í samband við René Shaki Joensen, ið spælir við Vendsyssel, men í dag hevur hann avgjørt at halda fram í danska felagnum.

 

Tað ljóðar nú, at millum spælararnar, ið HB hyggur eftir eru Martin Bergvold, Brent McGrath og Daniel Petersen. Serliga Martin Bergvold er eitt kent navn í donskum fótbólti. Hann hevur spælt við millum annað Livornu í Seriu A og FCK. Hann er vinstrabeintur miðvallari, sum í dag spælir við sama Livorno, men nú í Seriu B.

 

Brent McGrath er úr Avstralia og spælir við Esbjerg, har hann hevur frítt at fara. 25 ára gamli áleyparin hevur ein fortíð í Brøndby IF. Hann hevur síðani spælt í heimlandinum og hevur seinasta árið verið á lønarlistanum hjá Esbjerg.

 

Triðja navnið er Daniel Pedersen. Hann er 27 ára gamal og áleypari. Hann spælir við BK Frem, har hann hevur skotið 53 mál. Hann gjørdi í summar eitt ára sáttmála við Frem.

 

Tað er óvist akkurát hvønn spælara HB er í samráðingum við, og hvussu langt tað er komið. Hetta er so tríggir spælarar, sum eru nevndir í tí sambandi. Sum skilst, so verður arbeitt við at fáa onkrar avtalur upp á pláss í komandi viku.