Leita á in.fo

André Olsen 19.06.2017 (12:05)

Risaavbjóðing hjá NSÍ

B36 skal spæla móti Nomme Kalju FC úr Estlandi. Fyrri dysturin er í Estlandi og seinni í Gundadali.

 

NSÍ fær eina risa avbjóðing, tá teir skulu spæla móti hvítarussiska stórfelagnum Dinamo Minsk. Eins og hjá B36 spæla teir fyrra dystin á útivølli.

 

KÍ skal spæla móti svenska liðnum AIK Stockholm. Teir spæla eisini fyrra dystin á útivølli.

 

Lutakast hevur verið til fyrsta undanumfarið í Evropa League. Fyrri dysturin verður spældur longu 29. juni og seinni 6. juli.

 

Alt í alt má sigast, at B36 slapp best frá lutakastinum til Europa Leauge í ár. Estiska liðið var eitt av veikaru liðunum, sum B36 kundi fáa og kanska er tað ein fyrimunur at spæla seinna dystin á heimavølli.

 

Bæði NSÍ og KÍ hava tó fingið ein stóran bita at gloypa. Dinamo Minsk er eitt gamalt evropisk stórfelag og uttan iva sterkasta mótstøðuliðið, sum NSÍ kundi fáa, meðan AIK telist millum bestu liðini í Norðurlondum.

 

Fyrr í dag var eisini lutakast í Champions League.

Víkingur var fyrsta liðið, sum bleiv drigið í Champions League lutakastinum í ár. Mótstøðuliðið gjørdist meistaraliðið úr Kosovo KF Trepca 89. Heimadysturin verður spældir antin 27. ella 28. juni, meðan útidysturin verður spældur antin 3. ella 4. juli.

 

Hetta er fyrstu ferð, at KF Trepca 89 luttekur í Champions League. Teir gjørdist meistarar fyri fyrstu ferð í fjør, men hava annars enda nummar tvey fimm ferðir, millum annað í 2012, 2013 og 2014. Teir gjørdust steypavinnarar í 2012 og taptu steypafinaluna í 2008 og 2015.

 

Skuldi Víkingur vunnið móti KF Trepca 89, skulu teir spæla móti íslendska meistaranum FH, har føroyski landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen spælir. Teir dystirnir verða spældir 11., 12., 18. og 19. juli.

 

Hinir dystirnir í fyrsta undanumfarinum í Champions League eru:

Hibernians úr Malta móti FCI Tallinn úr Estlandi

Alashkert úr Armenia móti FC Santa Colomba úr Andorra

The New Saints úr Wales móti Europa úr Gibraltar

Linfield úr Norðurírlandi móti La Fiorita úr San Marino