Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.07.2018 (11:58)

Hetta er einasta kvinnan í HM

Onkur hevur kanska varnast eina nakað sjáldsama sjón, tá Kroatia hevur spælt í HM í ár. Millum allar menninar á venjarabonkinum, situr ein ljóshærd kvinna.

 

Iva Olivari er einasta kvinnan, sum nakrantíð hevur sitið á bonkinum í einum HM dysti í fótbólti fyri menn.

 

Fyrrverandi jugoslaviski ungdómsmeistarin í tennis er í dag liðleiðari hjá kroatiska a-landsliðnum.

 

– Eg havi ikki upplivað mismun, men eg havi hoyrt viðmerkingar, sum at eg ikki burdi verið her, at tað hevði verið betri, um eg var maður, og at eg ikki kann hava nógv skil fyri fótbólti. Men tað leggi eg einki í, sigur hon í eini samrøðu við tíðindastovuna AFP.

 

Hon byrjaði at arbeiða fyri kroatiska fótbóltssambandið í 1992 og hevur verið liðleiðari hjá A-landsliðnum síðani 2012.

 

Hon vísir á, at tað er ikki neyðugt at spæla fótbólt, fyri at kunna gera seg galdandi í mannliga fótbóltsheiminum.

- Vit kunnu gera nógv annað, sum at arbeiða í fyrisitingini og gera ymiskt klárt fyri spælararnar. Tað er nógv, sum vit kvinnur kunnu gera, fyri at hjálpa og menna fótbóltin, sigur Iva Olivari.

 

Hon sigur, at hon mest sum er vorðin stórasystir hjá spælarunum.

 

– Teir virða meg, og eg elski teir. Teir eru fantastiskir dreingir. Við teir elstu havi eg eitt slag av systkinaforhold, tí vit hava verið so nógv saman, sigur hon.

 

Hon var eisini við kroatiska landsliðnum í HM í Brasil í 2014, men tá sat hon á áskoðaraplássunum og hugdi at dystunum. Í ár hevur hon sitið á venjarabonkinum, sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her