Hetta er forferduligt

Rás 2: Tað sigur Búi Egilsson hjá TB/FCS/Royn um at tapa dystin móti HB í yvirtíðini í dag

Samanlagda felagið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, var í dag um reppið at fáa óvæntað stig móti HB á heimavølli. Men í evstu minuttunum skoraði HB til 0-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Eftir dystin segði Búi Egilsson við Hilmar Jan Hansen, at talan var um forferduliga kenslu, at lata mál ígjøgnum so seint í dystinum. Búi Egilsson segði, at tá Suðuroyingar í fyrra hálvleiki fingu ein mann vístan av vølli, ráddi tað hjá teimum bert um at verja tað eina stigið heim, og tað var eisini um reppið at eydnast.

 

Til ber at hoyra alla samrøðuna við Búa Egilsson við at trýsta á pílin undir myndini.