Hevur ikki slept dreyminum

Teit Jacobsen fegnast um at vera heima, men ætlar sær skjótt avstað aftur.

Teit Jacobsen er júst komin heimaftur til HB, higar hann er leigaður úr SønderjyskE fram til í summar, og 20 ára gamli vongleikarin er glaður fyri at vera í heimlandinum aftur.


- Tað er fantastiskt at vera komin heimaftur. Serliga at koma heim til øll tey, ið eru mær kær. Eisini bara føroyskan fótbólt, sigur Teit.


Steðgurin í Føroyum verður tó ikki drúgvur, tí Teit ætlar sær framvegis at elta dreymin um eitt fótbóltsævintýr uttanlands.


- Eg eri slett ikki liðugur at droyma. Eg arbeiði hart hvønn dag júst fyri at røkka dreyminum, sigur hann.


Teit Jacobsen er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hví hann valdi at koma heim, støðu sínari í SønderjyskE og um munin ímillum føroyskan og danskan fótbólt.