Leita á in.fo

Hilmar Leon Jakobsen átti við níggju málum sín stóra lut í, at H71 vann á Neistanum í kvøld

Heri Simonsen 07.02.2018 (22:10)

Hilmar Leon gekk undan hjá H71

H71 vann sær ein lítlan fyrimun í Faxe Kondi kappingini hjá monnum við at vinna 27-25 (10-12) á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.

 

Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum, og Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen, sum gekk undan og skoraði níggju mál fyri H71 í kvøld.

 

Serliga málið Hilmar Leon Jakobsen fekk í teimum allarseinastu sekundunum av dystinum var minniligt og gott, og hann greiðir frá, at tað vóru bert seks sekund eftir á klokkuni, tá hann tók avgerðina hvar bólturin skuldi skjótast.

 

Hilmar Leon Jakobsen heldur, at tað er altíð stuttligt at spæla ímóti Neistanum, har dystirnir eru javnir og spennandi. Nú skal arbeiðið gerast liðugt á Hálsi sunnudagin klokkan 16. 

 

Hoyr Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum, og hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Tróndur Kragesteen hjá Neistanum HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonni Larsen, venjara hjá H71 HER

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her