Leita á in.fo

Flogbóltsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen var ígjøgnum í SportBoxini á Rás2 seinnapartin

Heri Simonsen 11.05.2018 (19:35)

Hjálparvenjari hjá danska flogbóltslandsliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við flogbóltsvenjaran, Bárð Bendix Mikkelsen í sendingini, SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Bárður Bendix Mikkelsen, og felag hansara, Marienlyst høvdu eitt spennandi kappingarár, ið er lokið fyri stuttum.

 

Tað eydnaðist Marienlyst at vinna donsku steypakappingina, men í landskappingini blivu teir ov stuttir at vinna bronsu í dystum ímóti Hvidovre. 

 

Bárður Bendix Mikkelsen heldur, at kappingarárið hevur verið á einari leið, men samlað ikki nøktandi í landskappingini. Steypasigurin bjargar tó árinum langt.

 

Bárður Bendix Mikkelsen hevur fingið eina sera spennandi uppgávu. Danska flogbóltssambandið hevur heitt á hann um at verða ein av hjálparvenjarunum hjá danska A-landsliðnum hjá monnum, og tað er ein uppgáva Bárður gleðir seg nógv til. Fyri stuttum var Bárður við danska U20-manslandsliðnum niðri í Kekkia, har liðið m.a. vann ein frágera góðan sigur á Kekkia, men gjørdust ov stuttir at vinna seg víðari í undankappingini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her