Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) Umboð fyri Norðuramerikanska boðið fegnast

Tróndur Arge 13.06.2018 (16:31)

HM 2026 verður í Norðuramerika

Í dag er greitt, at HM-endaspælið í 2026 verður í USA, Kanada og Meksiko. Føroyska fótbóltssambandið atkvøddi saman við 133 øðrum limalondum fyri uppskotinum hjá Norðuramerika, meðan 65 limalond atkvøddu fyri Marokko, sum var avbjóðari.

 

Les eisini: FSF fer at atkvøða fyri Norðuramerika

 

Christian F. Andreasen, forseti í FSF, boðaði í gjár frá, at føroyska fótbóltssambandið fór at stuðla USA, Kanada og Meksiko í royndini at fáa HM-endaspælið. Tað verður fyrsta endaspælið, har tað verða 48 lond við, í mun til tey 32, sum eru við í Russlandi í summar og Katar í 2022.

 

Les eisini: HM 2026 í Amerika ella Marokko

 

- Verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógvuliga spennandi út. Hesi londini hava so gott sum allar vøllir klárar í dag, sum verður kravt til eitt endaspæl, og fíggjarliga sær tað eisini gott út, segði Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroyar, við FSF.fo í gjár.

 

Hetta er fyrstu ferð, at tey 211 limalondini sleppa at atkvøða, um hvør sleppur at hýsa HM-endaspælinum. Fyrr var tað ein sernevnd hjá FIFA, sum atkvøddi, men tað bleiv ein sonn gøla, tá Katar í 2010 vann rættin til at hýsa HM-endaspælinum í 2026

 

Meksiko hevur verið vertur fyri HM tvær ferðir áður. Í 1970 og 1986, men USA var vertur fyri HM í 1994. Kanada var í 2015 vertur fyri HM hjá kvinnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her