HM-drama: Spanski venjarin tveittur heim

Spania hevur givið venjaranum sekkin

Dagin fyri, at HM-endaspælið í fótbólti byrjar, er greitt, at spanska landsliðið skal hava nýggjan venjara.

Spanska fótbóltssambandið hevur í morgun boðað frá, at venjarin Julen Lopeteguier sagdur úr starvi. Orsøkin er, at Lopetegui mánadagin skrivaði undir trý ára sáttmála við Real Madrid, har hann skal taka við sum venjari eftir HM-endaspælið.

Hetta fekk øði í leiðsluna í spanska fótbóltssambandinum, sum í morgun hevur sekkjað venjara.

Tíðindafundurin hjá spanska fóbtóltssambandinum varð sambært Eurosport nakað seinkaður, tí fundur var millum leiðsluna í fótbóltssambandinum, landsliðsvenjaran og teir tríggjar liðformenninar á landsliðnum – Andres Iniesta, David Silva og Sergio Ramos. Sambært Eurosport ynsktu spælararnir, at Lopetegui helt fram sum venjari undir HM-endaspælinum fyri at tryggja frið og framhald av arbeiðnum seinastu árini, men forsetin í fótbóltssambandinum vildi ikki ganga hesum ynski á møti.

Enn er ikki greitt, hvør skal verða venjari hjá Spania undir HM-kappingini, men roknað verður við einari fráboðan um tað innan stutta tíð. Millum teir, sum verða nevndir, eru U21 landsliðsvenjarin Albert Celades og fyrrverandi landsliðsspælarin Fernando Hierro, sum nú starvast í spanska fótbóltssambandinum.

HM-endaspælið í Russlandi byrjar í morgin.