Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto)

Tróndur Arge 16.05.2018 (15:38)

HM: Her er enska landsliðið

Gareth Southgate hevur úttikið enska landsliðið til HM endaspælið í summar. Hópurin telur 23 spælarar, men ikki kendar spælarar sum Joe Hart, Jack Wilshere og Adam Lallana.

 

Í miðal hava spælararnir í enska hópinum 19 landsdystir á baki. Tað er tað minsta síðani 1962, skrivar enska blaðið, Dailymail. Bara fýra spælarar, sum vóru við til HM endaspælið í 2014, eru við hesa ferð. Ongin spælari í hópinum hevur roynt at vunnið ein dyst til eitt HM endaspæl fyrr. Royndasti maðurin í hópinum er miðverjin úr Chelsea, Gary Cahill.

 

Millum tey eitt sindur óvæntaði nøvnini eru málverjin Nick Pope úr Burnley og Trent Alexander-Arnold úr Lierpool. Ongland er í bólki saman við Tunesia, Panama og Belgia.

 

Ongland:

Málverjar:

Jordan Pickford (Everton), Jack Butland (Stoke), Nick Pope (Burnley)

 

Verjuspælarar:

John Stones (Manchester City), Gary Cahill (Chelsea), Phil Jones (Manchester United), Harry Maguire (Leicester), Kyle Walker (Manchester City), Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Ashley Young (Manchester United), Danny Rose (Tottenham), Kieran Trippier (Tottenham)

 

Miðvallarar:

Eric Dier (Tottenham), Jordan Henderson (Liverpool), Dele Alli (Tottenham), Ruben Loftus-Cheek (Chelsea), Jesse Lingard (Manchester United), Raheem Sterling (Manchester City), Fabian Delph (Manchester City)

 

Áleyparar:

Harry Kane (Tottenham), Jamie Vardy (Leicester), Danny Welbeck (Arsenal), Marcus Rashford (Manchester United)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her