HM: Her eru favorittarnir

Serliga trý lond verða mett at hava góðan møguleika at vinna HM í Russlandi.

Í morgin verður lutakast um hvørji lond koma at hittast í HM í Russlandi næsta ár. Tað eru serliga trý lond, ið verða mett sum favorittar at vinna hesa kappingina og harvið rættin at kunna kalla seg heimsmeistara.


Les eisini: HM-lutakastið verður í morgin


Tað er eingin, ið er greiður favorittur at gerast heimsmeistari í fótbólti 2018. Tað sæst á oddsunum hjá teimum 28 veddingarfyritøkunum kring heimin, sum bjóða odds upp á tippið um hvør gerst næsti heimsmeistarin.


Tó eru tað trý lond, sum skilja seg burturúr og verða mett at hava javnt góðan møguleika at vinna HM. Tey eru Týskland, Brasilia og Frakland. Eisini Spania og Argentina eru góð boð, men síðani er eitt glopp niður til næsta landið.


Niðanfyri síggjast nakrir av størstu favorittunum at vinna HM 2018 mett útfrá miðaloddsum hjá teimum 28 veddingarfyritøkunum.


Land

Miðalodds

Týskland

6,00

Brasilia

6,06

Frakland

6,44

Spania

8,25

Argentina

8,88

Belgia

13,29

Ongland

19,79

Portugal

23,32

Kroatia

31,87

Uruguay

38,87

Russland

39,69

Kolumbia

41,09

Pólland

53,28