Leita á in.fo

Áttafaldi HM-vinnarin í súkling, Caroline Buchanan fekk álvarsaman løst í einari ferðsluvanlukku, sum hendi í Canberra í Avstralia

Heri Simonsen 03.01.2018 (23:35)

Avstralskur HM-meistari í súkling illa løstað

Innan altjóða súkling er 27 ára gamla avstralska Caroline Buchanan eitt stórt navn. 

 

Tríggjar ferðir hevur Caroline Buchanan vunnið HM-heitið í BMX-súkling, og fimm ferðir hevur hon vunnið HM-heitið í økissúkling í greinini, ið verður nevnd 4X.

 

Caroline Buchanan er sera væl umtókt í heimlandinum, Avstralia har 200.000 fólk fylgja henni á teimum sosialu miðlunum.

 

Men tað vóru ring boð, sum Caroline Buchanan legði út fyri mongu fylgjarum sínum ígjár: - 2017 endaði ikki júst sum eg hevði ætlað. Tað hava verið nakrir ringir dagar á intensivu deild á sjúkrahúsinum aftaná bilurin hjá mær fór runt, skrivar Caroline Buchanan, sum hevur brotið nøsina, hevur brotið eitt rivjabein og hevur eitt punkterað lunga aftaná eitt størri ferðsluóhapp. 

 

Caroline Buchanan staðfestir tó, at nú er hon flutt til eitt einkarrúm, og tað gongur rætta vegin hjá henni at koma fyri seg aftur. 

 

Ferðsluóhappið hendi tá Caroline Buchanan og ein vinur hennara koyrdu off-road við einum bili á einum privatum vegi í avstralska høvuðsstaðnum, Canberra tá akfarið hjá henni fór runt.

 

Avstralska kringvarpið, ABC staðfestir, at møguleikarnir fyri, at Caroline Buchanan kemur fyri seg aftur, og fer at kappast aftur í altjóða kappingum í BMX-súkling eru góðir. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her