Leita á in.fo

Tróndur Arge 31.12.2017 (17:50)

Høgni gjørdi ársins mál 2017

Atkvøðugreiðslan í samband við ársins mál 2017 í EFFO-deildini er endað, og nú talt er saman er greitt, at Høgni Eysturoy úr B36 gjørdi besta málið farna kappingarár, skrivar FSF.fo.

 

- Hetta er sjálvandi ein heiður, sum eg eri ógvuliga glaður fyri. Um eg kann brúka tað til so nógv, veit eg ikki, men hetta kann so eingin taka frá mær, og tá eg einaferð gevist at spæla, kann eg eisini reypa um, at í 2017 skoraði eg ársins mál, sigur Høgni Eysturoy við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinastu vikuna hava fótbóltsfjepparar kunna atkvøtt um, hvat mál var tað besta í 2017, skorað í EFFO-deildini. Umleið níggju túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat komu atkvøðurnar hjá teimum trimum serfrøðingunum á heimasíðuni hjá FSF, Jákupi Ósá, Tróndi Arge og Leivi Frederiksen. Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum telja hini 50 prosentini, skrivar fsf.fo.

 

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og greitt er, at Høgni Eysturoy úr B36 gjørdi ársins mál 2017 í føroyskum fótbólti. Fyri heiðurin fær Høgni, sum saman við familjuni heldur nýggjár í Manchester í Onglandi, ein plátu við áskriftini ”Ársins mál 2017 í EFFO-deildini”, og eitt gávukort á 1.000 krónur frá EFFO.

 

Endaliga úrslitið:

Høgni Eysturoy - 8,5 stig

Jóhannes Hansen - 7 stig

Jón Krosslá Poulsen - 6,5 stig

Dánjal á Lakjuni - 6 stig

Sølvi Vatnhamar - 2 stig


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her