Leita á in.fo

André Olsen 10.01.2017 (18:00)

Hondbóltsdystur verður stroymdur

Í meðan landsliðsfeburin í mannfólkahondbólti í løtuni er í hæddini, er vanligur gerandisdagur fyri bestu hondbóltskvinnurnar, sum stríðast í Hvonn-deildini.

 

Har verður í kvøld eitt umfar leikt, sum verður spælt í Klaksvík.

 

Dysturin er ímillum Stjørnuna og Kyndil, og merkisvert við dystinum er, at hann verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

 

Undan dystinum í kvøld er Kyndil stórfavorittur. Tær liggja á einum øðrum plássi í Hvonn-deildini, tvey stig aftanfyri Neistan á fyrsta plássinum – Kyndilskvinnur hava tó spælt ein dyst færri enn Neistakvinnurnar.

 

Verri gongst hjá kvinnunum úr Stjørnuni, sum liggja aftast í deildini við fýra stigum, eins og Stíf hevur fýra stig. Stíf hevur tó ein betri málmun enn Stjørnan.

 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19:00, og til ber at stroyma dystin frá klokkan 18:30 á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her