Leita á in.fo

Mynd: Norðlýsið

Danjal av Rana 12.10.2017 (08:19)

Hondbóltsfepur í Klaksvík

Tað sá út til at halda fram í sama stima sum í fjør, tá klaksvíkingar taptu ársins fyrsta dyst móti H71 í Klaksvík, men síðani hevur Team Klaksvík vunnið fýra dystir á rað. Bæði havnaliðini vóru send aftur til Havnar við tapi í skjáttuni, KÍF tapti á heimavølli og í gjárkvøldið vann Team Klaksvík ein eittmálssigur á STÍF, 26-25.

 

Tað var tó STÍF, sum kom best frá byrjan, og longu eftir sjey minuttir høvdu strandingar vunnið sær eina fýra máls leiðslu, 5-1. Hesin munurin helt sær til hálvleiks, ta støðan var 15-10 til STÍF.

 

Miðskeiðis í øðrum hálvleiki fekk Team Klaksvík tó fimm gyltar minuttir, tá teir skoraðu fimm mál á rað og vunnu seg frá 19-23 til 24-23. Hørður F. Sigtórsson var sera eyðsýndur hesa løtuna.

 

Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Pætur Johansen hjá STÍF til 24-24, men so skoraðu Sámal á Tjaldrafløtti og Jens Pauli Mohr tvey skjót mál fyri Team Klaksvík. Tí munaði tað lítið, at Jóannes Prestá minkaði um munin fyri STÍF. Írestandi tíðin var ov lítil, at Team Klaksvík tók seg tí upp á oddasessin í FTZ-deildini. Nýggja fjepparafelagið hevur tí nógv at fegnast um í løtuni.

 

Hjá Team Klaksvík gjørdist Ludvík Z. Súnason toppskorari við seks málum og Hørður F. Sigtórsson skoraði fimm mál.

 

Hjá STÍF skoraði Jóannes Prestá átta mál og Pætur Johansen sjey.

 

Hin dysturin í FTZ-deildini í gjárkvøldið endaði við 20-20 javnleiki millum Neistan og H71.

 

Støðan í FTZ-deildini er nú tann, at Team Klaksvík er á odda við átta stigum, meðan H71 og Neistin hava sjey stig hvør. Team Klaksvík og Neistin hava tó spælt fimm dystir, meðan H71 hevur spælt fýra. Nummar fýra er VÍF við fýra stigum fyri fýra dystir, síðani STÍF við fýra stigum fyri fimm dystir. Nummar seks er Kyndil við tveimum stigum fyri fimm dystir og aftast KÍF, sum enn hevur fyrstu stigini til góðar.

 

Fleiri myndir frá dystinum Í klaksvík eru at síggja á Norðlýsinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her