Leita á in.fo

Hoyr fyrrverandi danska landsliðsspælaran í hondbólti, Rikke Nielsen greiða frá "Lykkeliga". Komandi vikuskiftið hevur Rikke Nielsen fyrilestrar í Føroyum um Lykkeliga

Heri Simonsen 12.02.2018 (19:30)

Hondbóltur eisini góður fyri tey menningartarnaðu

Fyrst í øldini var Rikke Nielsen kend sum danskur landsliðsspælari í hondbólti. Í dag er hon mest kend fyri ógvuliga jaliga átakið, ið nevnist "Lykkeliga".

 

"Lykkeliga" er eitt átak fyri at geva menningartarnaðum møguleika at spæla hondbólt, har tey eisini kunnu mennast sum menniskju, og hava tað jaligt og stuttligt.

 

 

Undirtøkan fyri "Lykkeliga" hevur verið somikið góð í Danmark, at Rikke Nielsen er farin í starv fulla tíð at taka sær av "Lykkeliga".

 

 

Í samband við stóru steypafinaludagarnar í hondbólti í høllini á Hálsi, leygardagin 17. februar og sunnudagin 18. februar kemur Rikke Nielsen til Føroya at hava tveir fyrilestrar um "Lykkeliga".

 

 

Fyrri fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 16. februar millum klokkan 19 og 21. Hesin fyrilesturin er ætlaður foreldrum hjá menningartarnaðum børnum og ungum, sum høvdu havt gleði og gagn av, at ein "Eydnudeild" var sett á stovn í Føroyum.

 

 

Seinni fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum, leygardagin 17. februar millum klokkan 11 og 13. Tann fyrilesturin er ætlaður almenninginum. 

 

 

Fyrireikarin, Morten Hust Petersen sigur við in.fo, at ætlanin er heilt greitt, at ein "Eydnudeild" skal eisini á breddan í Føroyum, og hann vónar so inniliga, at undirtøka verður fyri tí.

 

 

Fríggjadagin ringdi SportBoxin hjá Rás2 til Rikke Nielsen, sum greiddi frá Lykkeliga.

 

 

Rikke Nielsen gleðir seg at koma til Føroya komandi vikuskiftið, og hon vónar, at eisini ung menningartarnaði í Føroyum fara at fáa gleði og gagn av "Lykkeliga".

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna SportBoxin á Rás2 hevði við Rikke Nielsen farna fríggjadag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her