Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.11.2018 (10:54)

Hondbóltur: Kvinnulandsliðið úttikið

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember. Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava. Allir dystirnir verða spældir í Siggenthal í Sveis.

 

Nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur úttikið 16 spælarar til landsdystirnar. Aldursspennið er vítt, frá 17 ár til 33 ár. Yngsti leikarin er Marita Mortensen, sum skal royna seg á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.

 

– Marita er ógvuliga væl fyri kropsliga og hevur klárað seg ómetaliga væl í ár sum vinstribakkur hjá H71. Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A-landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin við HSF.fo.

 

Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum.

 

Landsliðshópurin:

Viviann Petersen, VÍF

Ragnhild á Heygum, VÍF

Pernille Brandenborg, Vendsyssel

Ninna Johansen, Aalborg HK

Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold

Siw Matras, TMS Ringsted

Bjarta O. Johansen, Kyndil

Bára K. Hansen, Kyndil

Súna K. Hansen, Kyndil

Turið Arge Samuelsen, Haukur

Durita Christophersen Jojic, VÍF

Halla Midjord, VÍF

Daniella Joensen, VÍF

Tóra Eliasen, Stjørnan

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Marita Mortensen, H71


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her