Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.04.2017 (23:48)

Hondbóltur og fótbóltur á Rás2

Í morgin frá klokkan 10 til 12 er SportBoxin á skránni á Rás2. Hesa ferð er talan um eina heldur serliga útgávu av SportBoxini, tí fyrri tímin verður um FM finalurnar í hondbólti.

 

SportBoxin á Rás2 hvønn fríggjadag frá klokkan 10 til 12

 

Bára Krossteig Hansen úr Kyndli og Marjun Falkvard Danberg úr Neistanum koma á vitjan, at tosa um finalurnar hjá kvinnunum, har Kyndil vann fyrstu finaluna við fýra málum. Vit spyrja eisini Báru K. Hansen um tiltiknu myndina frá steypafinaluni, tá hon sær út til at royta ein spælara hjá Neistanum.

 

Hoyr Rás2 við at trýsta HER

 

Eisini koma Sonni Larsen, venjari hjá H71, og Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, koma eisini á gátt. Tá snýr tað seg um mansfinaluna, har H71 vann 28-27 í Vestmanna í fyrstu finaluni.

 

Í seinna tímanum, har Fótbóltspanelið er á skránni, kemur Heðin Askham á vitjan. Hann er aftur venjari í EB/Streymi, men hesa ferð er uppgávan øðrvísi. Eisini verður tosað um lutakastið í kappingini um Løgmanssteypið og um 5. umfar í Effo-deildini. Eisini verður fylgt við í lutakastinum til hálvfinalurnar í Champions League, sum verður beinleiðis tá.

 

Vinningurin í SMS kappingini er frá RIB62 og hevur eitt virðið á 1.600,- krónur. Lurta á Rás2 í morgin frá klokkan 10.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her