Leita á in.fo

Hoyr m.a. tað, sum høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hevði at siga aftaná javnleik 1-1 ímóti Víkingi á heimavølli

Heri Simonsen 11.08.2017 (21:05)

Hoyr málið hjá KÍ, Jonas og Mikkjal

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av málinum hjá Jákupi B. Andreasen hjá KÍ, tá KÍ og Víkingur spældu javnleik 1-1 í Klaksvík fyrr í kvøld. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná dystin. Jonas Flindt Rasmussen er samanumtikið nøgdur við ikki at tapa. Hann viðgongur, at tað var ein sannur hvøkkur, tá Víkingur kom á odda, tá bert ein minuttur var farin av dystinum.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná dystin. Mikkjal Thomassen er glaður fyri avrikið sínum spælarum, og glaður fyri, at teir vunnu seg yvir hvøkkin tá Víkingur kom á odda 1-0 í fyrsta minutti av dystinum. Mikkjal Thomassen er eisini glaður um, at stóra viðhaldsfjøldin hjá KÍ lønaði spælarunum aftur fyri avrikið teir løgdu fyri dagin.