Leita á in.fo

Hoyr m.a. tað, sum Bagge hevði at siga aftaná 1-1 javnleikin hjá Víkingi ímóti KÍ

Heri Simonsen 11.08.2017 (20:55)

Hoyr málið hjá Víkingi, Hans Jørgen og Bagga

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av málinum, sum Gunnar Vatnhamar skoraði fyri Víking, tá Víkingur spældi javnleik 1-1 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Víkinga-veteranin, Hans Jørgen Djurhuus aftaná dystin. Hans Jørgen Djurhuus var als ikki nøgdur við eitt stig norðuri í Klaksvík.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná dystin. Bagge kann liva við javnleikinum, og undirstrikar, at Víkingur er framvegis har, sum tað er stuttligt at verða á stigatalvuni.