Leita á in.fo

Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Trygva Mortensen taka samanum 2-2 javnleikin ímóti EB/Streymi

Heri Simonsen 12.08.2017 (20:30)

Hoyr málini hjá 07 Vestur og Trygva Mortensen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum 07 Vestur fekk ímóti EB/Streymi, tá 07 Vestur vendi einum hóttandi 0-2 tapi til ein 2-2 javnleik.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygvi Mortensen, sum fekk reyða kortið.

 

Trygvi Mortensen slær fast, at sleppur hann ikki at vísa kenslur sum venjari framyvir, so ætlar hann at gevast at verða venjari. Trygvi heldur, at 07 Vestur átti at vunnið í dag, men sæð í ljósinum av, at 07 Vestur kom afturum 0-2, so var tað gott hjá liðnum ikki at tapa dystin, og tryggja sær eitt stig. 

 

Trygvi Mortensen sigur seg slettis ikki skilja reyða kortið, sum Ken Fagerberg fekk í dystinum.