HR dreingir eru meistarar

Ingibjørg við dreingjum tryggjaði sær í gjárkvøldið FM heitið í barnaróðrinum

Orsaka av nógvum vindi og ov síðari aldu varð barnaróðurin á fjarðastevnu á Skála, sum skuldi vera tíðliga seinnapartin í gjár, útsettur til eftir at 10-mannaførinum høvdu róð.

 

Líkindini vóru betri, tá ið barnamanningarnar kappaðust í gjárkvøldið.

Vinnarin í dreingjakappingini var tann sami, sum fýra tær undanfarnu ferðirnar. Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag var eina hálva bátslongd frammanfyri Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum var eina lítla hálva bátslongd frammanfyri Firild hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. So vóru tað fleiri bátslongdir aftur til hinar bátarnar.

 

Sigurin ber við sær, at dreingirnir umborð á Ingibjørg nú eru føroyameistarar. Ásetingarnar í barnakappingini siga, at tann báturin er meistari, ið hevur flest stig, tá ið fimm tey bestu úrslitini í teimum sjey kappingunum verða tald saman.

Óføru dreingirnir umborð á Ingibjørg hava vunnið allar fimm róðrarnar higartil í ár. Harvið er tað undan vestanstevnu í Miðvági leygardagin greitt, at Ingibjørg við dreingjamanning er meistari í barnaróðrinum.

 

 

Barnaróður dreingir

1 Ingibjørg 02.39.07

2 Tjaldrið 02.40.17

3 Firildur 02.41.15

4 Jallurin 02.49.16

5 Svalan 02.51.41

6 Beinta 02.52.38

7 Ørnin 02.56.02

8 Ternan 02.58.27

9 Knúkur 03.03.37

 

FM støðan

1 Ingibjørg 35

2 Firildur 26

3 Tjaldrið 21

4 Falkur 19

5 Jallurin 16