HR gentur eru meistarar

Ingibjørg við gentumanning vann í gjárkvøldið fimta róðurin á rað og harvið FM heitið

Tað gekk, sum tað hevur gjørt allar hinar ferðirnar fyrr í ár, tá ið genturnar í barnaróðrinum kappaðust á fjarðastevnu á Skála.

 

Róðurin, sum ætlaðist at vera tíðliga seinnapartin, varð útsettur orsaka av vánaligum líkindum.

Í gjárkvøldið vóru líkindini betri, og so kappaðust genturnar í barnaróðrinum.

 

Úrslitið var tað sama, sum tað var í fýra teimum fyrstu kappingunum. Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag vann, og harvið eru óføru genturnar í Havnar Róðrarfelag føroyameistarar, tá ið tær leygardagin fara til Miðvágs at kappast á vestanstevnu.

 

Sigurin í gjárkvøldið var sera sannførandi. Ingibjørg fór um málið umleið hálvtsætta sekund ella tvær bátslongdir frammanfyri Firvald av Tvøroyri, sum var eina stóra hálva bátslongd undan Spógvanum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, ið vann tøttu kappingina við Svalan um bronsukrónurnar.

 

Barnaróður gentur

1 Ingibjørg 02.48.32

2 Firvaldur 02.54.05

3 Spógvin 02.55.42

4 Svalan 02.56.02

5 Fípan Fagra 02.57.00

6 Pílur 02.58.32

7 Havfrúgvin 03.00.20

8 Frúgvin 03.01.33

9 Kollur 03.03.33

10 Ørnin 03.05.35

11 Falkur 03.05.38

12 Knúkur 03.06.46

 

FM støðan

1 Ingibjørg 35

2 Firvaldur 27

3 Svalan 16

4 Spógvin 16

5 Frúgvin 12