HSF sett kropsligan venjara

Heri Ziska verður kropsligur venjari hjá Hondbóltssambandi Føroya

Heri hevur verið knýttur at ymsum hondbóltslandsliðum seinasta árið í styttri tíðarskeið. Nú verður meira lagt fyri, so at kropsligu venjingarnar koma í eina fasta legu, og menningin kann halda fram, skrivar HSF.fo.

 

– Nú kann ein langtíðarætlan fyri spælararnar leggjast fyri at tryggja, at teir mennast optimalt, sigur hann við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

 

Heri Ziska hevur verið virkin í frælsum ítrótti síðan 1988, og hann hevur vunnið hópin av heiðursmerkjum sjálvur. Seinnu árini hevur hann virka sum venjari, fyri tað mesta í frælsu ítrótti, men síðan á sumri 2015 hevur hondbólturin eisini fylt nógv. Hann hevur millum annað verið kropsligur venjari hjá monnunum í H71 seinastu trý árini. Tá U21-landsliðið spældi seg til HM í fjør var eisini heitt á fyrrverandi diskuskastaran.

 

Eitt neyðugt stig

Tað er ein sannroynd, at føroysku landsliðsspælararnir eru sum heild verri fyri kropsliga enn mótstøðuliðini.

 

– Fyri at fáa betri hondbóltsspælarar og at kunna spæla upp móti størri hondbóltstjóðum og fáa betur úrslit, mugu vit ásanna, at fysikkurin má mennast hjá spælarunum. Starvsnevndin í HSF hevur tí valt at hava Hera sum fastan part av føroyskum hondbólti, har hann fer at taka sær av kropsligu venjingunum hjá landsliðunum. Hann fer eisini at leggja feløgunum lag á, um tey hava tørv á tí, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

 

Ein spennandi uppgáva

Heri Ziska hevur kannað gjølla, hvat skal til kropsliga fyri at gerast ein góður hondbóltsspælari.

 

– Mín uppgáva verður at gera spælararnar størri, sterkari og kvikari. Við teimum yngru verður høvuðsuppgávan at byggja tey stillisliga upp, meðan tað hjá teimum eldru verður at byggja víðari upp á styrkina, sigur Heri Ziska.