Hugin vann Fantasy kappingina

Hugin Albinus av Tvøroyri vann Premier League Fantasy kappingina, sum Miðlahúsið skipaði fyri

Sunnudagin endaði kappingarárið í Premier League, har Manchester City í ár streyk avstað við gull heiðursmerkjunum. Í samband við Premier League kappingarárið, hevur Miðlahúsið skipa fyri kapping í spælinum, Premier League Fantasy, sum somuleiðis eisini endaði sunnudagin.

 

Har gjørdist greitt at Hugin Bentsson Albinus av Tvøroyri var tann drúgvasti av øllum. Hugin Bentsson Albinus fekk samanlagt 2331 stig og endaði sostatt greitt á odda, meðan Bjarni Enghamar endaði sum nummar tvey og Atli Jacobsen endaði sum nummar trý. Bjarni Enghamar fekk 2310 stig og Atli Jacobsen fekk 2295 stig.

 

Samanlagt 397 føroyskir Fantasy spælarar kappaðust í kappingini hjá Miðlahúsinum. Seinni í kvøld hava vit samrøðu við Hugin Bentsson Albinus á in.fo. Fyri at vinna kappingina, vinnur Hugin Bentsson Albinus eitt gávukort frá Bowlinghøllini á Hálsi.

 

Topp 10 í kappingini hjá in.fo - ítrótti:

1. Dr. Moe Lester við Hugin Albinus - 2331 stig

2. Bjarni við Bjarna Enghamar - 2310 stig

3. RTT við Atla Jacobsen - 2295 stig

4. Børsterne við Sigurd Lund - 2292 stig

5. Náttaravnarnir við Dánjal av Rana - 2274 stig

6. Eggnbacon við Róa Ellingsgaard - 2271 stig

7. Stamman við Jákup Ósá - 2269 stig

8. Heil Hasselhoff við Niels Strøm Rødgaard - 2266 stig

9. KitKat Chunky við Tórur Fløtt - 2253 stig

10. krissyDembelé við Kristoffur Sørensen - 2253 stig