Hvussu er hetta at filma?

ÍtróttarSosialurin: - Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa alt um landsliðið og landsdystin í Andorra, har Føroyar blivu snýttar, men samstundis stoktar í egnum feitti.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi, sigur Jóan Símun Edmundsson um gula kortið, sum hann fekk fyri at filma í brotsteiginum hjá Andorra – tá hann fekk ein alboga í andlitið og fór at bløða næsablóð. Fótbóltssambandið fer nú at kanna møguleikan fyri at kæra fyrra gula kortið.

 

Les eisini spælarametingarnar, har verjan stóð sterkast í myndini, um hví tað tók so leingi hjá Jóan Símuni Edmundsson at koma á vøllin aftur, tá hann fór at bløða og um nýggju samansetingina, ið ikki riggaði.

 

Les eisini samrøðu við ovasta vald í føroyskari døming, Lassin Isaksen. Hann greiðir frá, at 10 túsund orð eru tikin úr fótbóltslógini.

 

Les eisini um protestirnar í høllini á Hálsi, tá Neistin og VÍF spældu í manshondbólti. Neistin fekk eitt mál, sum ongantíð kom. Les eisini klummu um venjarar, sum banna hart í høllini.

 

Hallur Hansson svarar fimm spurningum og bókin um mannin handan Nike verður ummælt. Alt hetta og meir í ÍtróttarSosialinum í dag.