Leita á in.fo

Dánjal á Lakjuni og liðfelagarnir í ÍF ætla at spenna bein fyri Vìkingi í komandi heimadystinum 1. oktober

Heri Simonsen 24.09.2017 (21:35)

ÍF ætlar at spenna bein fyri Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við miðvallaran hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni aftaná hann og liðfelagarnir á heimavølli høvdu tapt 0-2 ímóti NSÍ fyrr í dag.

 

Dánjal á Lakjuni heldur, at talan var um ein uppibornan sigur, men kanska 4-2 til NSÍ hevði givið eina betri mynd av dystinum.

 

Komandi sunnudag tekur ÍF ímóti grannunum úr Eysturkommunu, Víkingi. Dánjal á Lakjuni slær fast, at teir í ÌF gleða seg nógv til hendan dystin, og teir fara at gera hvat teir kunnu fyri at spenna bein fyri grannunum, og harvið skapa stóran spenning um FM-heitið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her