Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.04.2017 (16:34)

ÍF spælari útvístur av landinum

ÍF hevur í tíðindaskrivi í kvøld kunngjørt, at 27 ára gamli áleyparin úr Nigera, Adeola Runsewe, er vístur av landinum, tí hann ikki hevur havt uppihalds- og arbeiðisloyvi síðani í summar, tá sáttmálin við Silkeborg gekk út.

 

- ÍF fekk ein 27-ára gamlan nigerianskan áleypara til royndarvenjing tann 17. februar 2017 við navninum Adeola Runsewe. Hann hevði eitt imponerandi CV, við millum annað yvir 80 dystum í Superliguni, og hevur umboðað feløg sum FC Midtjylland, Trelleborg, HB Køge og seinast Silkeborg IF. Adeola vísti sera góðar taktir til venjing, og tískil valdi felagið at gera sáttmála við hann fyri kappingarárið 2017, skrivar nevndin í tíðindaskrivi í dag, og skrivar víðari.

 

- Eftir at hava bíðað eftir arbeiðsloyvi síðani 23. februar, hevur felagið nú fingið upplýst, at spælarin hevur uppihildið seg ólógliga uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark, og Føroyum, síðani 30. juni 2016, tá sáttmálin hjá honum gekk út við Silkeborg IF, skrivar nevndin hjá ÍF.

 

Adeola Runsewe og umboðsmaðurin hjá honum hava ikki upplýst hetta fyri felagnum. Tí hevur ÍF ikki havt varhugan av, at nakað ólógligt er farið fram.

 

- Felagið hevur bert bíða eftir at loyvið bleiv klárt, so hann kundi spæla fyri ÍF. Av tí at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá Adeola er útgingið fyri langari tíð síðani, eru hann og familja hansara útvíst av landinum beinanvegin, boðar ÍF frá.

 

Hetta er ein dyggur smeitur fyri ÍF, tí hann skuldi vera nýggja álopsvónin, sum skuldi avloysa Clayton Soares og Adeshina Lawal. Flytingarvindeygað er latið aftur, og tí kann felagið ikki styrkja um álopspartin fyrr enn í summar.

 

- Felagið og agenturin hjá Adeola hava tosað saman um hvussu málið skal avgreiðast, og hetta er nú avgreitt í sátt og semju. Felagið hevur annullerað sáttmálan við Adeola. Hevði felagið havt hesa vitan frá byrjan, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Sera harmuligt og øll standa sum taparar í hesum málinum, verður sagt at enda í tíðindaskrivinum.