Leita á in.fo

Suni Juul Pedersen (t.v.) og liðfelagarnir í Fleyr taptu aftur ein fimmsettara ímóti Tróndi Hansen (t.h.) og liðfeløgunum í ÍF (Savnsmynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 10.02.2019 (16:40)

ÍF vann spennandi fimmsettara móti Fleyr

Tað gjørdist talan um enn ein fimmsettara millum Fleyr og ÍF í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti í dag, og tað gekk sum á Kambsdali 27. januar í ár, ÍF var omaná.

 

Settmunurin millum Fleyr og ÍF í dag var: 23-25, 22-25, 25-16, 25-14 og 12-15.

 

Úrslitið merkir, at tað er háspenningur um tað seinna FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum.

 

Mjølnir er greitt oddalið við 33 stigum. Fleyr er nummar tvey við 12 stigum, ÍF er nummar trý við 11 stigum, og SÍ er aftast við 10 stigum. Alt er opið í stríðnum millum Fleyr, ÍF og SÍ at sleppa at spæla FM-finalur ímóti Mjølnir.

 

Um fjúrtan dagar tekur Mjølnir ímóti ÍF, og SÍ tekur ímóti Fleyr.

 

Komandi leygardag verða hálvfinalurnar í steypakappingini í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Hálvfinalurnar eru Fleyr-ÍF og Mjølnir-SÍ. Óli G. Samuelsen og Hilmar Jan Hansen siga beinleiðis frá dystunum á FM1. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her