Leita á in.fo

Pætur Albinus 30.05.2016 (20:45)

Ímillum teir bestu í Danmark

Torkil Veyhe, sum súkklar við Team WeBike-CK Aarhus, heldur fram við at vera eyðsýndur í danska súkklulandslagnum. Eftir framúr góð úrslit seinastu tíðina, var í gjár kappast Sønderborg. Aftur hesaferð hevði Torkil snútan frammi og gjørdist nummar tvey.


Góðu úrslitini hjá føroyska súkklaranum síggjast aftur á tí júst dagførda danska styrkislistanum. Har hevur Torkil Veyhe nevniliga gjørt eitt risa lop, og er hann nú nummar fimm á listanum við 78 stigum.


Hann er frammanfyri fleiri fulltíðarsúkklarar, eitt nú Lasse Norman Hansen, sum vann OL-gull á breytarsúkkling í 2012, og Alex Rasmussen, sum hevur súkklað bæði Giro d'Italia og Vuelta a España undir leiðslu av eitt nú Bjarne Riis á táverandi Team Saxo Bank.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her