Ingi: Avgerandi at vit fingu verjuna at rigga

(Rás2) Hoyr venjaran hjá VÍF, Inga Olsen taka samanum 27-24 (14-14) heimasigurin ímóti KÍF

VÍF vann slagið um Norðurstreymoy í høllini í Vestmanna, tá vestmenningar vunnu 27-24 (14-14) á KÍF í dysti í FTZ-deildini.

 

Venjarin hjá VÍF heldur, at tað vóru tvey ting sum vóru útslagsgevandi. At VÍF fekk gott skil á verjuna hjá sær, og samstundis hjálpti tað væl, at VÍF fekk "momentum" sum Ingi Olsen nevnir tað, har KÍF fekk tríggjar útvísingar.

 

Spurdur um hví hann tók eitt Time Out tá so lítil tíð var eftir, svarar Ingi Olsen, at tað var neyðugt at fáa onkrar spælarar at sissa seg aftaná nógvar harðar nærdystir. Hann vildi undganga, at nakar spælari fekk leikbann til fyrsta dystin í bólkaspælinum í steypakappingini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen aftaná dystin í Vestmanna.

 

Kyndil-H71 25-13 (14-7)

Neistin-Team Klaksvík 26-23 (13-11)

VÍF-KÍF 27-24 (14-14)

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN153893365324
 H7115384375921
 KYNDIL143473331415
 VÍF133863741214
 TEAM KLAKSVÍK15353387-3412
 STÍF14370396-267
 KÍF14349377-287