Innbrot og bilurin tikin

Tað var eitt heldur miseydnað kvøld hjá Barcelona-leikaranum, Philippe Coutinho.

Tað var eitt heldur miseydnað kvøld hjá Barcelona-leikaranum, Philippe Coutinho, tá ið liðfelagar hansara týskvøldið spældu 1-1-javnleik á útivølli ímóti Chelsea í Champions League. Coutinho var tó ikki sjálvur við í hópinum.


Philippe Coutinho hevur umboðað Liverpool í Champions League hetta kappingarárið, og sostatt kann hann ikki umboða spanska felagið í kappingini fyrr enn hetta kappingarárið er av. Hann varð tí verandi í Barcelona.


Spanska blaðið Sport skrivar, at Philippe Coutinho var á matstovu saman við familju hetta kvøldið. Tá ið hann kom út aftur varnaðist hann, at kommunan hevði tikið bilin, tí at hann hevði sett bilin í ein bás, ið var ætlaður lastbilum.


Hetta var tó ikki alt. Heimafturkomin til húsa varnaðist hann, at hann eisini hevði havt innbrot í húsi sínum í vakra Bellemar-økinum, har liðfelagarnir, Lionel Messi og Luis Suarez, eisini búgva.


Sambært blaðnum, so er ikki greitt hvat bleiv stolið úr húsinum, men Philippe Coutinho hevur meldað innbrotið til løgregluna.