Leita á in.fo

mynd mbl.is

Jóannes Hansen 12.01.2018 (19:15)

Ísland sigraði á Svøríki

Grannar okkara fyri vestan løgdu bragdliga fyri í EM endaspælinum í hondbólti, sum frá í dag av og tvær tær næstu vikurnar er í Kroatia.

Íslendingar vunnu 26-24 ímóti Svøríki, og serfrøðingar á økinum halda, at hetta var rættiligur lyklasigur.

 

Ísland legði seg beinanvegin framum 4-0, og tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki vísti máltalvan 15-8. Íslendski málverjin Björgvin Páll Gústavsson var framúr væl upplagdur í fyrra hálvleiki.

Svøríki svaraði aftur beinanvegin eftir steðgin við at skora tvey mál, men Ísland fótaði sær, og inntil seinni hálvleikur var hálvrunnin, var tað einki, sum bendi á, at tað fór at verða spennandi. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, vísti máltalvan 22-16.

 

Ellivu minuttir undan leikloki var Íslandi frammanfyri 22-18. Tá fingu sviar gyltan møguleika rættiliga at fáa um endan, tí íslendingarnir vórðu undirmannaðir. Men sviar tóku ikki av, tí málmunurin var tann sami, tá ið íslendingar aftur vóru fullmannaðir.

 

Í sjálvum endaspurtinum tók Svøríki seg uppaftur nærri. Tað eydnaðist at minka um munin til tvey mál, men talan var ongantíð um veruligan spenning, og so fegnaðust íslendingar um 26-24 sigurin.

Íslendski sigurin er søguligur, tí hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Ísland í EM endaspæli vinnur ímóti Svøríki.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru Kroatia og Serbia. Grannauppgerðin millum baltisku londini verður klokkan 19.30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her